Gerst limur

Stuðla felagnum og njót ágóðar sum limur í Tabletop Føroyum!

Endamál

Endamál felagsins er at betra um borðspælumhvørvið í Føroyum. Hetta verið seg borðspøl, rolluspøl, samlukortspøl ella miniaturspøl. Felagið skal náa hesum málið við at:

  1. Veita høli at spæla í.
  2. Skipa fyri tiltøkum til frama fyri áhugamálinum.
  3. Hjálpa at savna spælibólkar til borðspøl, rolluspøl og líknandi.

Borðspøl fyri alt Føroyar

Síðani felagið varð stovnað í 25. juni 2020, hava vit skipað fyri vikuligum borðspælskvøldum, har møguleiki hevur verið at roynt mong kend og ókend borðspøl.

Hesi tiltøkini hava haft góða og støðuga undirtøku. Nevnast kunnu tiltøkini vit hava havt á Býarbókasavninum, ið hevur havt stóra og støðuga luttøku. Hetta er ein váttan av fólksins áhuga, og vit ynskja at halda fram at skipa slík tiltøk – eisini uttanfyri Havnina.

Verkætlanir

Felagið fæst við nógvar spennandi verkætlanir!

Tabletop Game Night

Kom oman í Hollywood, hølini undir bláakrossbúðini, Niels Finsensgøta 20 og spæl borðspøl! Hvørt leygarkvøld, frá kl. 18-23

Málingaverkstova

Dámar tær væl at mála miniaturar? Vit bjóða ókeypis málingaverkstovu á Tabletop Game Night

Dungeons & Dragons til nýbyrjarar

Drepa drekar, Steðga tjóvum, bjarga hjálparleysum - Tað kanst tú í Dungeons & Dragons!

SvínaCon

Felagið fer at skipa fyri eini borðspælslegu í Svínoy í 18.-20. August 2023.

Hevur tú eina verkætlan?

Vit stuðla gjarna øllum virksemi innan borðspøl - skriva til okkum!

Tíðindi

Stuðla okkara virksemi!

Tú kanst stuðla okkara virksemi við at gerast limur.

Fyri bert 100kr árliga kanst tú verða við til at mynda framtíðina hjá Tabletop Føroyum.

Limaskap gevur tær eisini avsláttur til ávísar veitarar av borðspølum og tilhoyrandi vørur.

Samband​

Kundi tú hugsa tær at fingið eitt prát við okkum? 

Fylg leinkuna til at fáa samband við okkum!